Chelsea misti í evstu løtu

Tað hevur gingið illa hjá Chelsea seinastu tíðina, men í vikuni vunnu teir á Bolton og í 89. minutti í dystinum í dag sá út til, at teir endaliga høvdu vent gongdini. Frank Lampard legði Chelsea á odda við brotssparki um miðjan fyrra hálvleik. Stutt fyri hálvleik javnaði Ashley Young. Eisini her var talan um brotsspark.

 

Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá Emil Heskey legði gestirnar úr Birmingham á odda. Leingi sá út til, at Chelsea fór at tapa enn eina ferð, men seks minuttir fyri tíð eydnaðist tað Didier Drogba at javna. Síðani legði Chelsea eitt stórt trýst á Aston Villa og í 89. minutti var tað ongin minni enn Hr. Chelsea sjálvur, liðskiparin John Terry, ið legði Chelsea á odda. Gongdin hjá Chelsea sá út til at vera vend, men tað hevði onkur gloymt at fortalt Ciaran Clark.

 

Tað gingu bara tveir minuttir, so legði Marc Albrighton ein bólt innfyri til Ciaran Clark, sum púra einsamallur kundi stúta bóltin í mál. Ein hendingaríkur dystur, sum bæði liðini helst kundu hugsa sær at vunnið. Aston Villa tí teir vóru á odda tá seks minuttir manglaðu, og Chelsea tí teir vóru á odda tá bara ein minuttur manglaði av vanligu leiktíðini.

 

Chelsea liggur nú á fimta plássi við 35 stigum. Tað eru seks stig fram til Manchester United, sum liggur fremst og hevur spælt ein dyst færri.

 

Premier League:

 

Chelsea ? Aston Villa 3-3

Wigan - Newcastle Kl. 16:00