Tað mundi bara verða tey bjartskygnastu Manchester United viðhaldsfólkini, ið høvdu nakra vón um, at lið teirra skuldi gerast enskur meistari sunnudagin. Tað, ið skuldi verða ein spennandi finaludagur, varð heldur ein avgreiðsluspurningur har Wigan veruliga fekk oyrini í Chelsea-maskinuna. Tá ein hálvur timi var farin fekk Chelsea brotsspark, og Wigan leikari reytt kort – game over og Chelsea var enskur meistari. - Tað er fantastiskt. Vit gjørdu okkara besta, og eg gjørdi mitt besta fyri felagið. Tað er ein fantastiskur stemningur í Chelsea. Eg haldi, at vit hava uppiborið meistaraheitið eftir hetta kappingarárið, segði venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, aftaná dystin.
Hendingaríkt hjá Terry
Fyri liðskiparan hjá Chelsea, John Terry, hevur árið verið serstakliga hendingaríkt. Hann byrjaði kappingarárið sum liðskipari hjá enska landsliðnum og hevði heiti ársins pápi. Nú er hann hvørki, men á vøllinum hevur hann stýrt Chelsea til meistaraheiti. - Í dag snýr tað seg um Chelsea Football Club, hetta er okkara dagur. Tað hevur verið hart ikki at vinna Premier League tey seinastu trý árini, men í dag megnaðu vit tað, og er tað uppiborið, segði John Terry aftaná dystin.
Taptu avgerandi dystirnar
Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, hevur seinastu vikuni sagt, at hann metur tey bæði tapini ímóti Chelsea sum høvuðsorsøkina til, at teir ikki endurvunnu meistaraheiti. - Tað fór altíð at verða torført hjá Wigan at gera nakað við Chelsea. Tá vit hoyrdu at teir fingu ein mann útvístan mistu vit vónina. Eg fari ikki at pína meg sjálvan, og hugsa um hvar tað gekk galið. Tú kanst nevna fleiri støður. Avgerðin á Stamford Brigde var ein vánalig avgerð, ið kostaði okkum dýrt, sigur Sir Alex og vísur til málið, sum Chelsea skoraði tá teir vunnu á Manchester United. Chelsea hevur í ár skorað 103 mál í Premier League og tað er met. Chelsea eigur eisini toppskorarin ið Didier Drogba, sum skoraði hattrick á seinasta leikdegnum. Hann hevur skorað 29 mál í ár.










