Chelsea í finaluni

Tað var Chelsea, ið dró longra stráðið tá seinna hálvfinalan í Capital One Cup var spæld í kvøld

Í kvøld hava Chelsea og Liverpool spælt seinnu hálvfinaluna í ensku steypakappingini Capital One Cup.

 

Fyrra hálvfinalan varð leikt á Anfield fyri einari viku síðani, sum endaði við 1-1 javnleiki.

 

Eisini í kvøld, endaði vanliga leiktíðin við javnleiki. Úrslitið eftir 90 minuttir var 0-0, og sostatt noyddist dysturin út í longda leiktíð.

 

Tað tók tó ikki langa tíð fyri Chelsea, at avgera dystin í longdu leiktíðini. Einans fýra minuttir inni í longdu leiktíðini fall avgerðin, tá Chelsea verjuleikarin, Branislav Ivanovic skallaði bóltin í netið til endaliga úrslitið, 1-0.

 

Chelsea er sostatt klárt til finaluna í Capital One Cup.

Hvørjum Chelsea skal møta í finaluni verður avgjørt í annaðkvøld, tá hin hálvfinalan er á skránni. Tá skal Sheffield United á heimavølli taka ímóti Tottenham.

Tottenham vann fyrru hálvfinaluna 1-0.

 

Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19:45 og kann síggjast á 6’aranum.

 

Chelsea – Liverpool 1-0 (Eftir longda leiktíð. Vanliga leiktíðin endaði 0-0)

1-0 Branislav Ivanovic, 94.