Eitt brotsspark og ein útvísing høvdu sína ávirkan á úrslitið, men Chelsea var á odda 2-0 eftir seks minuttum.
Les meir: Arsenal fríkent fyri reytt kort
Tað gekk sum eftir ánni hjá Chelsea, tá teir í dag tóku móti meistaraskaps kappingarneytunum, Arsenal.
Longu tá seks minuttir vóru farnir, var Chelsea á odda 2-0 við málum frá Eto'o og Shcürrle.
Men tað sum heilt gjørdi av við dystin hendi etir góðum 15 minuttum, tá Oxlade-Chamberlain í besta málmansstíli tveitti seg og fistaði bóltin við hondini. Úrslitið var útvísing og brotsspark. Men tað var Ryan Gibbs, ið var sendur av vølli heldur enn Oxlade-Chamberlain. Hazard skoraði trygt.
Eftir hetta var mest sum spæl upp á eitt mál, og munurin var so stórur, at Chelsea fekk seks bótlar og Arselan ongan í studionum eftir dystin. Og tað sigur eitt sindur um munin á liðunum.
Chelsea-Arsenal 6-0 (4-0)
05. 1-0 Samuel Eto'o
07. 2-0 Andre Schürrle
17. 3-0 Eden Hazard (brts)
42. 4-0 Oscar
66. 5-0 Oscar
71. 6-0 Mohamed Salah










