Altjóða miðlar skrivar, at Chelsea hevur keypt Raheem Sterling frá Manchester City. Prísurin liggur um 400 milliónir krónur, umframt smáar 100 milliónir krónur alt eftir hvussu hann klárar seg í nýggja felagnum.
Raheem Sterling hevur verið ein týðandi spælari hjá Manchester City seinastu sjey árini. Manchester City keypti enska vongin frá Liverpool, áðrenn Jurgen Klopp kom til. Hann hevur vunnoð fýra meistaraheiti fyri Manchester City, men seinastu tíðina er spælitíðin minkað.
Tað hevur ljóðað, at feløg sum FC Barcelona hava verið áhugaði í dribblisterka vonginum, men í summar hevur tað næstan bara verið Chelsea, ið hevur verið sett í samband við Raheem Sterling.
Chelsea hevur fingið nýggjan eigara í amerikanska Todd Boehly. Hetta verður hansara fyrsta keyp sum høvðusmaður í enska felagnum. Raheem Sterling er 27 ára gamal, og spældi longu sín fyrsta dyst fyri Liverpool í 2012.