Í gjárakvøldið vann Chelsea ein sera týdningarmiklan sigur á Everton á Goodison Park. Chelsea vann 1-0 við einum máli, sum Michael Essien skoraði í 41. minutti. Chelsea er nú bert tvey stig aftanfyri Manchester United, men teir bláu úr London hava leikt ein dyst meira, og vinnur United á Blackburn á Ewood Park, so verða teir aftur 5 stig frammanfyri Chelsea. Chelsea og Manchester United møtast á Stamford Bridge næsta vikuskiftið. Chelsea venjarin, Avram Grant er enn við gott mót. Mánakvøldið fekk hann ræðuliga nógvar ákoyringar eftir, at Chelsea bert fekk javnleik 1-1 ímóti Wigan. ?Vit tosaðu saman aftaná dystin mánakvøldið um málið, sum vit lótu inn í yvirtíðini, og dysturin ímóti Everton prógvar, at vit lærdu av hesum. Vit eru aftanfyri Manchester United, men tað er ikki nakað nýtt. Tað hava vit verið síðani kappingin byrjaði. Vit høvdu tamarhald á dystinum, og vit áttu at hava skorað til 2-0 og 3-0, men tað hevur sjálvsagt týdning, at ein bindur um tað síðstu løtuna, tá ein bara er á odda 1-0.?