Tað verður ein rein London-finala í FA Cup í ár. Í gjár vann Arsenal eitt sindur óvæntað á Manchester City, og í kvøld vann Chelsea greiðan sigur á Manchester United. Chelsea vann 3-1.
Oliver Giroud legði London-felagið á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá hann við fremru stong sendi innleggið frá Reece James úr høgru. Spanski málverjin hjá Manchester United, David De Gea, sá ikki gott út í málinum.
Upp aftur verri sá hann út, tá Mason Mount tíðliga í seinna hálvleiki royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin. Slíkum plagar málverjin ikki at hava trupulleikar av, men í dag fór bólturin undir armin og í mál. Eitt korter fyri tíð gekk aftur galið, tá Harry Maguire sendi bóltin í egið mál.
Manchester United minkaði um munin við brotssparki, sum Bruno Fernandes hegnisliga sendi í málið. Undan dystinum hevur Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, gramt seg um, at Chelsea hevur havt tvey døgn longri at fyrireika seg í.
##med3##
Tað sást hvørtfall á spælinum hjá Manchester United, at teir ikki vóru upp á sítt besta, men serliga David De Gea má iðra seg um tvey tey fyrstu málini hjá Chelsea. Hartil mátti Eric Bailly berast av vøllinum eftir samanstoyt við Harry Maguire.
Chelsea, sum hevur vunnið FA Cup kappingina átta ferðir, hevur spælt seg í finaluna fyri 14. ferð. Arsenal hevur vunnið kappingina 13 ferðir, so talan er um tvey feløg, sum javnan vitja á Wembley.
##med2##
Manchester United – Chelsea 1-3 (0-1)
0-1 Oliver Giroud, 45+
0-2 Mason Mount, 46
0-3 Harry Maguire, 74 sjálvmál
1-3 Bruno Fernandes, 86 br











