Chelsea fyrst í hálvfinaluni

Við tveimum málum frá Fernando Torres í 5-2 sigrinum á Leicester í dag, er Chelsea fyrsta liðið, ið hevur vunnið sær sæti í hálvfinaluni í FA-cup í ár.

 

Í gjár spældu Everton og Sunderland 1-1, og dysturin millum Tottenham og Boltion varð steðgaður, tá Fabrice Muamba small um, og mátti koyrast á sjúkrahúsið.

 

Tað byrjaði við, at Gary Cahill skoraði sítt fyrsta ál fyri Chelsea tá 8 minuttir vóru farnir. Cahill var liðfelagið við Fabrice Mumaba, sum í gjár small um í dystinum millum Tottenham og Bolton, og framvegis er í lívsvanda.

 

Tá Cahill hevði skorað, lyftið hann blusuna upp, og innan fyri stóð: PRAY 4 MUAMBA.

 

Stutt eftir skoraði Kalou til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Í øðrum hálvleiki kom so málið hjá Torres til 3-0, sum Meireles setti upp, áðrenn Jermaine Beckford minkaði um munin til 3-1. Torres skoraði eftir horna flott til 4-1, men Ben Marshall minkaði til 2-4.

 

Torres legði síðani upp til málið hjá Raul Meireles – sum hevði lagt upp til bæði málini hjá Torres – soleiðis, at Chelsea vann 5-2.

 

Lutakastið til hálvfinalurnar verður klokkan 19 í kvøld.