Chelsea hevur verið heldur trilvandi í ár, og serliga eftir at José Mourinho gavst sum venjari fyri nøkrum vikum síðani, hevur verið óróð í felagnum.
Nú hevur felagið fingið fatur á einum nýggjum venjara, sum skal vera hjálparvenjari hjá Avram Grant. Talan er um 52 ára gamla hollendingin Henk ten Cate, sum seinast hevur verið venjari hjá Ajax Amsterdam. Ten Cate hevur fingið sína upplæru í FC Barcelona, har hann hevur verið hjálparvenjari hjá Frank Rijkaard.