Chelsea fekk javnleik

Stutt fyri hálvleik legði Dirk Kuyt Liverpool frammum 1-0. Inn til ta tíð hevði Liverpool verið vandameira liðið, tó uttan at nakað mál spurdist burtur úr. Tískil var fagnaðurin eisini ovurstórur, tá hollendingurin sparkaði bóltin millum beinini á Petr Cech, eftir at Liverpool avgreiddi eitt fríspark á miðum vølli skjótt, og soleiðis eisini órógvaði annars vanliga stinnu Chelsea-verjuna.

Málið var júst tað, Raphael Benitez og hansara menn droymdu um, og eydnaðist tað at halda leiðsluni restina av dystinum, so hevði Liverpool besta útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna á Stamford Bridge. Dreymurin mundi eisini gingið út, men langt inni í yvirtíðini endaði bólturin loksins í netinum handan José Reina í Liverpool málinum. Og sjálvum málinum syrgdi innskifti John-Arne Riise fyri, tá hann av onkrari undarligari orsøk valdi at stúta bóltin, heldur enn at sparka innleggi burtur. Líkamikið hvat, so stýrdi óhepni norðmaðurin bóltin í netið, og tryggjaði harvið eisini Chelsea eitt frálíkt útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður mikudagin í komandi viku í London.