Manchester United, Birmingham og Stoke greiddu sínar skyldur, meðan Chelsea mátti lúta á heimavølli móti Everton eftir brotssparkskapping. Everton stóð fyri størsta hvøkkinum í FA Cup í dag. Tó so at bæði liðini spæla í Premier League, so var Chelsea greiður favorittur undan dystinum. Liðini spældu javnleik á Goodison Park í Liverpool og tí var neyðugt við umdysti fyri at avgera hvør skal víðari til fimta umfar. Hvørki Fernando Torres ella David Luiz, sum vóru keyptir í januar fyri áleið 700 milliónir krónur samanlagt, vóru við tí teir hava ikki lov at umboða Chelsea í FA Cup.
Støðan var javnleikur eftir vanliga leiktíð og tí var neyðugt við longdari leiktíð. Tað eydnaðist Frank Lampard at leggja Chelsea á odda, men bara hálvanannan minutt fyri tíð gekk gali. Vinstri bakkurin hjá Everton, Leighton Baines, sparkaði eitt beinleiðis fríspark í mál.
Í brotssparkskappingini stóð á jøvnum 3-3, tá Ashley Cole brendi fimta brotssparkið hjá Chelsea. Løtu seinni kundi Phil Neville fegnast við liðfeløgunum, tá hann skoraði fimta og seinasta brotssparkið fyri Everton.
Manchester United tók á Old Trafford móti Crawley Town í fimta umfari. Crawley spælir í Blue Square Premier saman við Gateshead, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á láni fyri kortum. Crawley kláraði seg sum heild væl og vóru teir hepnir, so kundu teir fingið okkurt mál. Wes Brown legði Manchester United á odda í fyrra hálvleiki við stútara. Í seinna hálvleiki megnaði Crawley at leggja Manchester United undir trýst, men tað bleiv ikki umsett til mál.
Birmingham hevði á St. Andrews vitjan av Sheffield Wednesday, sum spælir í League One. Birmingham vann 3-0 við málum frá Jean Beausejour, Obafemi Martins og David Murphy. Stoke avgreiddi eisini sína skyldu móti Brighton, sum somuleiðis spælir í League One. John Carew, Joanthan Walters og Ryan Shawcross skoraðu málini í 3-0 sigrinum.
FA Cup úrslit fjórða umfar umdystir:
Chelsea ? Everton 4-5(eftir brots. Kapping)
FA Cup úrslit fimta umfar:
Birmingham ? Sheffield Wednesday 3-0
Manchester United ? Crawley Town 1-0
Stoke ? Brighton 3-0