Chelsea einsamalt oddalið

Manchester City spældi javnt móti Everton, meðan Chelsea vann á Newcastle

Átta av teimum tíggju dystunum í 21. umfari í Premier League eru spældir. Chelsea er nú aftur einsamalt oddalið, eftir at teir vunnu 2-0 á venjaraleysa Newcastle, meðan Manchester City ikki megnaði at halda leiðsluna á útivølli móti Everton

 

Les eisini: Steven Gerrard skaddur í Liverpool sigri

 

Á Stamford Bridge var heimaliðið, Chelsea, við undirlutan leikliga í fyrra hálvleiki, men tveir minuttir fyri steðgin legði Oscar Chelsea á odda. Í seinna hálvleiki økti Diego Costa til 2-0. Chelsea er nú tvey stig frammanfyri Manchester City.

 

Júst Manchester City vóru á vitjan á Goodison Park í Liverpool, har Everton tók ímóti. Manchester City hevði ikki tapt í ellivu dystum, meðan Everton hevur tapt fýra teir seinastu í Premier League. Tað sást tó ikki aftur á dystinum, sum endaði við 1-1 javnleiki.

 

Everton var væl við allan dystin og tað var ikki óuppiborið, at teir fingu annað stigið. Fernandinho legði gestirnar á odda eitt korter fyri tíð. Bara fýra minuttir seinni stútaði Steven Naismith eitt fríspark í mál til endaligu støðuna 1-1.

 

Aðrastaðni kann nevnast, at gongd er komið á botnproppin Leicester, sum vann 1-0 á Aston Villa. Hóast teir framvegis liggja aftast í Premier League, so eru bara tvey stig upp til niðurflytingarstrikuna nú.

 

Premier League 21. umfar:

Í dag:

Sunderland – Liverpool 0-1

Burnley – QPR 2-1

Chelsea – Newcastle 2-0

Everton – Manchester City 1-1

Leicester – Aston Villa 1-0

Swansea – West Ham 1-1

WBA – Hull 1-0

Crystal Palace – Tottenham (17.30)

 

Í morgin:

Arsenal – Stoke (13.30)

Manchester United – Southampton (16.00)