Sambært footybunker.com hevur Chelsea bjóðað eina ónevnda upphædd fyri argentinska offensiva miðvallarleikaran hjá Palermo, Javier Pastore, og harvið verður mett, at áhugin fyri kroatiska Luca Modric er burtur.
Hildið verður, at nýggi venjarin hjá Chelsea, Andre Villas-Boas, heldur vil hava Pastore enn Modric, og sjálvt um einki er frætt um upphæddina, so hevur italska felagið givið ábendingar um, at teir hava fingið boðið 50 milliónir evrur frá einum »útlendskum felag« týsdagin.
Hóast forsetin í Palermo, Maurizio Zamparini, metir, at 22-ára gamli Pastore er meira verdur, so er hann til reiðar at góðtaka boðið. Hetta verður so fyrsta stóra keypið hjá Chelsea í summar.
Keypið staðfestir eisini ætlanirnar hjá Roman Abramovich um at keypa teir bestu leikararnar í vónini um at vinna Champions League.
Leikarar sum Alexis Sanchez og Neymar standa eisini á ynskilistanum hjá russanum, og Abramovich kann saktans fara at brúka yvir 100 milliónir pund í summar. Hinvegin sær í løtuni út, sum Sanchez er á veg til Barcelona og Neymar á veg til Real Madrid.