Forsetin í Veneusela, Hugo Chavez, er komin til Kuba, har hann skal fáa viðgerð fyri krabbamein. Chavez varð lagdur undir skurð í Kuba í fjør, og í oktober kunngjørdi hann, at hann var vorðin frískur. Men sambært BBC var hetta vist ikki heilt rætt.
Nú er hann so aftur í Havanna, og sum skilst skal hann aftur undir skurð har í næstu viku hjá teimum somu læknunum, sum skóru hann í fjør.
Tá hann fór úr Venesuela í gjár, segði Hugo Chavez, at hann ætlar sær at berjast ímóti sjúkuni, og at hann hevur framvegis ætlanir um at stilla upp til forsetavalið, sum verður í oktober.