Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, skal aftur til Kuba í næstum at fáa
viðgerð fyri krabbamein. Tað veit BBC at siga.
Chavez varð fyri stuttum afturvaldur til forseta, og nú hevur hann skrivað
tjóðartinginum bræv, har hann sigur frá, at hann noyðist at leita sær
læknahjálp eftir eitt strævið valstríð.
Hugo Chavez, sum er 58 ára gamal, fekk staðfest krabbamein í fjør. Síðani
hevur hann fingið viðgerð í Kuba nakrar ferðir, og fyri einum hálvum ári
síðani segði hann, at læknarnir høvdu bast sjúkuni. Í brævinum til tingið
skrivar hann, at hann hevur fingið tilmæli um at fara aftur til Kuba til
framhaldandi læknaviðgerð, og at hann hevur gjørt av at gera eftir
tilmælinum.
Hugo Chavez hevur verið forseti í Venesuela síðani 1998.