Skálaberg: - Ja, er tað ikki løgið at hugsa sær: Eg bleiv forlovaður umborð, hóast einki konufólk var við skipinum!
Tað var ein stórur dagur á sumri 2003, tá tann nýggi Skálaberg kom á fyrsta sinni til Klaksvík. Stór móttøka varð hildin í hesum sambandi.
Tá Skálaberg so legði frá landi aftur var Karl Jakob ein av manningini, og hevur hann verið har síðani.
Hetta skipið er rættiliga væl útgjørt við allari útgerð, sum hoyrir til eitt slíkt nútíðar fiskisfar. Og manningin er heldur ikki við sviðusoð í so máta.
Umframt eitt stórt fitness-rúm finnast eisini í hópatali av teldum umborð. Og ein av brúkarunum av hesum teldum var Karl Jakob.
Beit á
Karl Jakob dámdi væl at sita við teldurnar, og eitt stað har hann vitjaði av og á var Faroese_chat.
Her hevði hann møguleika at chatta við gentur og dreingir í landi um øll verðsins viðurskifti, - eisini um kærleika.
Einu ferðina hann soleiðis sat og chattaði sat ein onnur genta í landi á Strondum og fekst við tað sama, sum eitt slag av dagdvølju.
Tey fingu "orðið" á hvørt annað, og byrjaðu at chatta meiri og meiri saman, og rættiliga nógv saman. Chatturin varð síðani avloystur av teldubrøvum, persónsmyndum og telefonsamrøðum, og mín sann um ikki telduposturin bar ávøkstur:
Tey avgjørdu at hittast, tá Karl Jakob kom í land næstu ferð. Hetta hendi so í januar mánaði í fjør.
Henda dagin fór Karl Jakob yvir land og legði leiðina út á Strendur, har hann á fyrsta sinni sá unnustuna, Kristinu standa har og taka so hjartaliga ímóti honum.
- Eg haldi bara, at tað hevur riggað væl, sigur Karl Jakob og hyggur yvir móti Kristinu. Tey brosa móti hvørjum øðrum.
Eygu hansara fara tó skjótt frá Kristinu og niður í vøgguna, har lítla dótturin liggur í fasta svøvni við sama lag. Hann kann snøgt sagt ikki halda eyguni burtur frá henni.
Vit skilja hann væl!