Fótbóltur
Flestu russar ganga við einum stórum smíli í hesum døgum. Mikukvøldið 14. Mai vann Zenit Sankta Pætursborg UEFA-cup kappingini, har teir vístu seran góðan fótbólt í allari kappingini. Sunnudagin 18. Mai vann Russland HM í íshokki í sjálvum upprunalandinum hjá íshokkiítróttini, Kanada. Aftaná umdyst vann Russland 5-4 á vertstjóðini, Kanada. Um vikuskiftið vann Russland Melodi Grand Prix. 3 ymisk ting, sum russar munnu fegnast stórliga um. Fíggjarliga munnu teir smírast mest um Champions League finaluna millum Chelsea og Manchester United, sum var spæld á Luzniki Leikvøllinum í Moskva.
Nógvir pengar
847 miljónir rublar fekk Luzniki Leikvøllurin frá býarstýrinum í Moskva til allar fyrireikingarnar, sum skuldu gerast. Í okkara peningi svarar tað til uml. 170 miljónir kr. Ensktmælta tíðindablaðið, Moscow News hevur gjørt nógv burturúr øllum peninginum, sum moskovittar hava vunnið burtur úr Champions League-finaluni. Mett verður, at gjøgnumsnitts-fótbóltsfjepparin hevur brúkt 1.330 amerikanskar dollarar uppá túrin til Moskva, haraftrat koma 160 dollarar fyri flutning, og 240 dollarar uppá mat og drekka. Simon Chadwick frá lærda háskúlanum í Coventry í Onglandi metir, at Moskva, sum vertsbýur hevur vunnið 69 miljónir dollarar, uml. 300 miljónir dollarar uppá hetta stóra einstaka tiltakið. 413 miljónir dollarar eru hjá teimum ymisku pørtunum at vinna uppá finaluna. Chelsea og Manchester United, og tá serliga vinnarnir úr United fáa eisini sín stóra part av tí lagkøkuni. Manchester United fær heilar 167 miljónir dollarar burturúr stóra ævintýrinum. Meðan Chelsea má ”noyðast” við 59 miljónir dollarar. So neyðardýrið, John Terry kostaði Chelsea 108 miljónir dollars. Simon Chadwick metir, at tað er bara ein einstøk ítróttarhending, sum verður hildin á einum ávísum degi árliga, sum kann kappast við evropeisku Champions League finaluna í fótbólti. Talan er um ”Superbowl”, sum er stóri finaludagurin í amerikonskum fótbólti. Stóru Champions League-sponsorarnir, Heineken, Sony og MasterCard hava goldið 13 miljónir dollars fyri at verða nevndir og prentaðir í øllum tilfarinum, sum er framleitt og prentað í samband við tað stóra tiltakið í Moskva.
Gagnnýttu støðuna
Tó er ikki frítt, at summir moskivittar hava útnyttað tað stóru mongdina av fótbóltsfjepparum, sum eru komnir til Moskva. Ein hýruvagnstúrur frá Reyða Torginum til gongugøtuna, Arbat, sum vanliga kostar 150 rublar, kostaði 1.000 rublar hjá summum hýruvagnsførarum. Summi gistingarhús smurdu eisini tjúkt uppá. Kømur, sum vanliga kosta 7.500 rublar vóru bíløgd finaludagin fyri heilar 96.000 rublar. Summi gistingarhús vóru enntá so grísk, at tey duppultbókaðu øll kømurini fyri ikki at ”missa” nakað í samband við avlýstar bókingar. Trupuleikin var bara, at tað endaði við, at nógvir fótbóltsfjepparar høvdu eitt bíleggingarprógv tey høvdu goldið fyri, men einki kamar at sova í, orsaka av duppultu bíleggingunum. Altjóða fyritøkur, sum satsa stórt uppá russiska marknaðin løgdu nógv fyri, fyri at bjóða møguligum komandi samstarvsfólkum til Champions League-dystin. Bilframleiðarin Ford hevði 880 gestir til dystin, og Vodafone hevði góðar 400 gestir. 25 føroyingar vóru eisini til dystin, og teir løgdu heldur ikki so lítið eftir sær!