Champions League: Málveitsla i Liverpool

Spælararnir hjá Salzburg drukku RedBull í hálvleikinum og tað broytti alt

Seinna hálva av 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Tað var málveitsla í Liverpool, har heimaliðið var á odda 3-0, áðrenn gestirnir úr Salzburg javnaðu til 3-3. Liverpool vann 4-3. 

Bólkur E:

Liverpool byrjaði við fullari ferð og var á odda 3-0 eftir 36 minuttinum við málum frá Sadio Mané, Andy Robertson og Mohamed Salah. Gestirnir úr Salzburg, sum eru stuðlaðir av orkudrykkinum RedBull, vendu øllum í seinna hálvleiki. Eitt skifti var 3-3, men so skoraði Mohamed Salah aftur til 4-3. Napoli spældi eitt sindur óvæntað málleysan javnleik móti Genk. Napoli er oddalið við fýra stigum, meðan Liverpool og Salzburg hava trý stig í part. 

Bólkur F:

Borussia Dortmund vann fyrr í dag 2-0 á Slavia Prag, meðan stóri dysturin var millum FC Barcelona og Inter Milan. Her komu gestirnir á odda longu aftaná tríggjar minuttir. Aftursvarið hjá FC Barcelona kom ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá Luis Suarez skoraði tvær ferðir.

##med2##

Dortmund og FC Barcelona hava fýra stig, meðan Inter Milan hevur eitt.

Bólkur G:

Lyon og Zenit vunnu sínar dystir í bólki G. Lyon vann 2-0 á RB Leipzig úr Týsklandi og Zenit vann heima í Russlandi 3-1 á Benfica. Lyon og Zenit hava fýra stig í part á fyrsta og øðrum plássi. 

Bólkur H:

Ajax heldur fram at spæla væl í Champions League, eftir at liðið kom í hálvfinaluna seinast. Hesa ferð vann hollendska stórfelagið 3-0 á útivølli móti Valencia. Chelsea er undir umbygging og tað gongur framá hjá Frank Lampard og hansara monnum. Chelsea vann 2-1 á útivølli móti Lille.

Ajax hevur fult stigatal, meðan Chelsea og Valencia hava trý stig í part.

Bólkur E:

Genk – Napoli 0-0

Liverpool – RedBull Salzburg 4-3 

Bólkur F:

Slavia Prag – Borussia Dortmund 0-2

FC Barcelona – Inter Milan 1-1 

##med3##

Bólkur G:

RB Leipzig – Lyon 0-2

Zenit – Benfica 3-1 

Bólkur H:

Lille – Chelsea 1-2

Valencia – Ajax 0-3