Champions League: Füchse Berlin leggur fyri móti Veszprem

Füchse Berlin slapp undan Magdeburg, Aalborg og Barcelona í bólkaspælinum

Nú er greitt, at Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin leggja fyri móti Veszprem úr Ungarn í bólkaspælinum í Champions League.

 

Dysturin verður spældur í Max Schmelling høllini í Berlin, 11. september klokkan 17.

 

Füchse Berlin slapp undan Magdeburg, Aalborg og Barcelona í bólkaspælinum.

 

Füchse Berlin er í bólki A saman við Fredericia, Sporting Lissabon, Veszprem, Wisla Plock, PSG, Dinamo Bukarest og Eurofarm Pelister.

 

Füchse Berlin skal fram til 5. mars spæla 14 dystir í innleiðandi bólkaspælinum í Champions League.