Tað verður snøggi Puskas-leikvøllurin í vakra ungarska høvuðsstaðnum, Budapest sum verður leikvøllurin til Champions League finaluna í 2026.
Tað hevur evropeiska fótbóltssambandið, UEFA ásett.
Áskoðarakapasiteturin á Puskas-leikvøllinum er 65.114.
UEFA hevur eisini ásett finaluleikvøllir fyri Europa League og Europa Conference League finalurnar í 2026 og í 2027.
UEFA Europa League:
2026: Istanbul, Besiktas Park
2027: Frankfurt, Stadion Frankfurt
UEFA Conference League:
2026: Leipzig, RB Arena
2027: Istanbul, Besiktas Park
Enn hevur UEFA ikki ásett hvør leikvøllur verður finaluleikvøllur í Champions League í 2027.










