Ceed við tigandi dieselmotori

Kia Ceed, ið er best kendur fyri síni sjey ára garanti, fæst eisini við einum 1,6 litra 115 hk dieselmotori, sum er sera friðarligur og kraftar væl

Kia tóku allan bilídnaðin á bóli fyrr í ár, tá teir komu á marknaðin við Kia Ceed við sjey ára garanti. Bilurin fær sera góð skotsmál frá evropeiskum motorjournalistum, sum ikki ivast í at Kia við hesum bilinum hava sera góð kort á hondum í hørðu kappingini um evropeisku kundarnar.


Ceed er gjørdur á eini av heimsins mest framkomnu bilverksmiðjum, ið koreanararnir hava latið bygt í Slovakia, og Kia Ceed er fyrsti bilur, sum kemur frá hesi verksmiðju.

Kia Ceed fæst við 1,6 litra dieselmotori við 115HK og snúningsmomenti upp á 255 Nm við 1.900 snúningar.

Umframt dieselútgávuna fáast Kia Ceed fáast við trimum ymiskum bensinmotorum: 1,4 litur við 109 hk, 1,6 litur við 122 hk, og 2,0 litur við 143 hk.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Dieselútgávan byrjar við kr. 226.800.