Hetta gav so eitt gott úrslit, at tað førdi til hópframleiðslu av sportvognum, sum blivu kendir um allan heimin.
Á eini verksmiðju, ið framleiddi gearkassar til Morrisbilarnar, arbeiddi Cecil Kimber, ein ungur og evnaríkur teknikari. Hann varð so at siga »headhuntaður« av William Morris í 1921 og settur sum stjóri á Morris Garage, ið var bilsøludeildin hjá Morris.
Orsøkin til at til at Morris setti hann í hetta starv var tann, at hann hevði so ovurstóran áhuga fyri bilum og motorsporti.
MG?ararnir vunnu fleiri motorsportsigrar
Cecil Kimber gjørdi bilar til sportkoyrarar og kallaði teir MG, av tí at teir komu frá Morris Garage. Hesir bilar vunnu fleiri sigrar í enskum motorsporti, og William Morris bygdi eina lítla bilverksmiðju til Cecil Kimber í Abingdon-on-Thames, har MG bilar vórðu hópframleiddir í 1927.
MG búmerkið er átta-kantað, og kemst tað av, at Cecil Kimber hevði stóran tokka til geometriskar myndir - og helst átta-kantar.
Tað sást á MG bilunum, sum høvdu áttakantað lok á kølara og bensintanga, átta-kantaðar parkeringslyktir og luftfiltur.
MG-bilarnir høvdu síni egnu snið, so sum MG Midget, MGA og MGB, seinni blivu MG ofta sportútgávur av Morris/Austin bilum. Cecil Kimber doyði av eini tokvanlukku í 1945.
William R. Morris verður Lord Nuffield
Í 1929 verður William R. Morris hevjaður av aðalstættini og kundi kallast Sir William Morris, og í 1934 verður hann barónur. Hann bleiv útnevndur til lord í 1938, og eftir tað verður hann nevndur Lord Nuffield.
Hesin heiður kemst ikki einans av hansara luti í enskum ídnaði, men eisini hansara stóra góðgerðararbeiði. Hann gav til dømis stórar upphæddir til læknafrøðiliga granskan og sjúkrahúsútgerð.
Áðrenn kríggið - í 1936, verður tann seinni kendi Alec Issigonis settur í starv hjá Morris.
Alec Issigonis varð føddur í Turkalandi í 1906 og kom sum ungur drongur til Onglands, hevði enskan ríkisborgararætt og var útbúgvin verkfrøðingur.
Tá Morris verksmiðjan kom í gongd eftir kríggið vórðu bilarnir onki broyttir í útsjónd, men í 1949 kemur ein nýggjur Morris Minor og stutt eftir ein Oxford.
Morris og Austin leggja saman
Kappingin millum teir ensku og útlendsku bilframleiðarnar bleiv so stór, at í 1952 kundi William Morris síggja eina meining í at leggja saman við Austin fyri at minka um kostnaðin í framleiðsluni. Tá blivu Morris og Austin verksmiðjurnar lagdar saman í British Motor Corporation við William Morris (Lord Nuffield) sum aðalstjóra.
Hálvt ár eftir tað fór hann frá fyri aldur og varð útnevndur til heiðursforseta í fyritøkuni. Eftir samanleggingina vórðu fleiri av Morris og Austin sniðunum, somu bilar við hvør sínum búmerki.
Morris/Austion Mini
á marknaðin í 1959
Í 1959 kemur so »Mini«, bilurin sum Alec Issigonis bleiv heimskendur fyri at hava uppbygt. Bilurin var so at siga teknaður rundan um tey fýra sitiplássini við minst møguligum máti uttan.
Í Danmark fingu teir kelinøvnini Morris Mascot og Austin Partner, seinni komu so Austin/Morris 1100 og 1800.
Sir Alec Issigonis andaðist í 1988.
Morris horvið úr bretska bilaídnaðinum
Súkklusmiðurin William R. Morris sum arbeiddi seg upp til Lord Nuffield andaðist 22. august 1963, 86 ára gamal. Hann upplivdi ikki tað stóru kreppu ið tann bretski bil íðnaðurin kom í seinni.
Í 1968 bleiv fyritøkan løgd saman við buss og lastbilaverk smiðjuna Leyland undir navninum British Leyland Motor Corporation sum í 1975 bleiv broytt til British Leyland.
Tað er løgið at hesin virkni maðurin ikki hevur sítt navn umboðað í bretskum bilídnaði longur.
Morris er ikki til sum bilmerki meira, men bretskur bilíðnaður hevði helst ikki verið tað hann er í dag, uttan ein so virknan og ágrýtnan mann sum William Morris.