Og kósskiftið móti einum sjálvbjargnum Føroyum við frælsi og javnrættindum megnar bert CDEH - saman við einum aktivum og málrættaðum veljaraskara - at fremja, um teirra veljarar ikki einans seta kross við CDEH á valdegnum, men virka fyri settu skránni, ið helst skal tilevnast og tilpassast flokanna millum longu frá nú av og til valið og síðani tillagast tíðini og útfordringunum, so langt eygað sær. Hetta krevur samanhald, sjálvt um ikki øll fáa alt, men at hvør flokkur fær mest møguligt undir teim givnu umstøðunum. Og tað krevur sjálvdisciplin, so skútan kann halda løgdu kósini - hóast brotasjógvar og illveður. Tí leystgangandi missilir eiga ikki at vera toldir. Teir kunnu við egináhugamálum søkka skútuna, og tað hava vit ikki ráð til.?Men støða - frá í dag av og fram til valið -má í samstarvi millum umboð fyri CDEH takast til mál mið og kós við atliti til m.a.:?Nýggjar vinnur. - Nýggja orku. - Tilfeingi. - Útbúgvingar heima og úti. - Skattalógina. - Almannamál. - Heilsumál. - Útoyggjamál. - Mentan. - Ríkislóg við kós móti sjálvbjargni. - Fólkaatkvøðu fyri 2020. - Soleiðis at veljararnir kunnu fáa at vita, hvar kósin verður sett við CDEH við róðrið. Men sjálvandi kunnu teir einstaku flokkarnir eisini agitera við teirra serstøku málum. Í etiskum málum er annars hvør tingmaður frítt stillaður.?Sjálvt um nevndi samgongumøguleiki er nógv hin sterkasti - kanska ikki í mandatum, - men so avgjørt í at kunna og vilja byggja land og tjóð á veg fram móti sjálvbjargni, javnrættindum og frælsi - eitt ynski sum langt flestu føroyingar innast inni eisini vilja - so nevnir Vágaportalurin ikki henda valmøguleika í teirra 'kanning'???