Castro ætlar at halda fram

Kubanski forsetin er til reiðar at halda fram í forsetaembætinum. Teir seinastu mánaðarnar hevur Fidel Castro havt trupulleikar við heilsuni, men nú sigur kubanski tjóðartingsformaðurin, at tann gamli forsetin ætlar sær at verða sitandi í embætinum.

Tann 80 ára gamli Castro hevur verið kubanskur leiðari síðani kollveltingina í 1959. Nú hann hevur verið sjúkur, hevur tann 75 ára gamli bróðurin Raúl røkt forsetaembætið.

Sambært tjóðartingsformanninum er Castro ikki nóg birgur enn til at røkja forsetaembætið.