Carragher klárur at fara úr Liverpool

Varaliðskiparin hjá Liverpool, 32 ára gamli Jamie Carragher, hevur spælt yvir 600 dystir fyri enska felagið. Hann er væl umtóktur millum viðhaldsfólkini fyri sín ?never say die? stríðshuga. Men nú er óvist, um maðurin við 23 talinum spælir nógvar dystir fyri Liverpool aftrat. Hann hevur minni enn hálvt annað ár eftir á sáttmálanum, og verður 33 ár tá sáttmálin gongur út.

 

- Felagið kann bjóða mær ein nýggjan sáttmála um teir vilja. Gera teir ikki tað, so spæli eg framvegis til mítt besta og fari so víðari. Tað havi eg ongan trupuleika av og tað ávirkar meg heldur ikki, sigur Carragher við Sunday Times.

 

Carragher, ið er millum teir Liverpool spælararnir, sum hava umboðað felagið flest ferðir hetta kappinarárið, hevur fyrr tikið stórar avgerðir. Í 2007 valdi hann enska landsliðið frá, tá hann ikki metti seg fáa nokk av møguleikum.