Carpark North fingu fjøldina við sær

Carpark komu, sóu og sigraðu á Voxbotn. Teir fingu alla ta stóru áskoðarafjøldina við sær, sum vaggaði dúgliga við til tónarnar hjá Carpark North.

 

Undir greinini sæst ein kykmynd, har til ber at síggja og hoyra ein part av róminum, sum Carpark North syrgdi fyri.