Poul keypti sín fyrsta Kia Carnival 23. januar 2001, tann næsta 22. mars 2002, tann triðja 14. mai 2004, tann fjórða 10. apríl 2006 og tann fimta seinasta fríggjadag.
Felags fyri allar bilarnar er, at teir hava havt 2,9 litra turbodiesel motor, og allir hava havt nummarplátur við PJ framman fyru tølini.
Í hesi sjey árini, frá tí at hann keypti sín fyrsta bil til í dag, hevur Poul koyrt tilsamans 603.493 kilometrar. Hann hevur verið væl nøgdur við sínar Kia Carnival, sum hann heldur eru væl egnaðir til hýruvognskoyring í høvuðsstaðnum.
Danska KIA magasinet hevur eisini fleiri ferðir nevnt Kia bilarnar hjá Poul Jensen.