Tað heldur kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney.
– Eg haldi heilt sikkurt, at gerðir hansara eru harmiligar og hava havt við sær, at hann er hevur mist sínar kongaligu titlar, sum hann heilt sikkurt hevur uppiborið - um tað er rætta orðið - ger tað neyðugt at hann verður strikaður úr arvalinjuni, sigur Carney sambært The Guardian.
Andrew Mountbatten-Windsor er nummar áttanda í røðini til trónuna eftir William prins og trý børn hansara og Harry prins og tvey børn hansara.
Fyrrverandi prinsurin Andrew varð handtikin í februar í einum máli um møguliga misnýtslu av embætinum í sambandi við sambandið við nú deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
/Ritzau/











