Ólavsøkudag, tann 29. juli, var stórur føðingardagur hildin í Sílagøtu 11 í Havn, tá Carlo Petersen fylti 60 ár. Carlo er sonur Herborg og Sigmund Petersen í Havn.
Carlo, sum dámar væl sjólívið, sigldi sum ungur eina tíð við gomlu Rituni, áðrenn hann fór í læru sum bilsmiðjur á Esso Støðini í Gundadali.
Frits Jensen, ið var landskendur fyri at vera dugnaligur at rætta buglur út og at umvæla skaðar, var ein góður lærumeistari hjá Carlo, sum hevði stóran áhuga fyri fakinum.
Eina tíð arbeiddi Carlo í Danmark, har hann millum annað arbeiddi á einum DOMI verkstaðið í Randers, har hann lærdi meira innan sítt fak. Afturkomin fekk hann starv á bilverkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen, har hann umvældi skaðar og lakkeraði bilar.
Í 1970 keypti hann Margarinfabrikkina Marga úti í Torfinsgøtu, har hann innrættaði sær ein verkstað til upprætting og lakkering av bilum. Hetta gjørdist ein serverkstaður, tann fyrsti av sínum slag, við upprættingarbeinki og sproytukabinu.
Hóast nógv var at gera, gav Carlo sær stundir at fara saman við starvsfólkum sínum út á Velbastaðháls at sigla við fjarstýrdum modellbátum.
Við tað at verkstaðurin í Torfinsgøtu lá mitt í einum íbúðarøki, vóru ikki nógvir møguleikar fyri at byggja út. Ístaðin fyri at byggja nýggjan verkstað, valdi Carlo at selja bygningin í 1989, og fór at arbeiða sum húsavørður á Studentaskúlanim í Hoydølum, har hann trívist sera væl.
Carlo er aktivur limur í Bátafelagnum í Havn, og í fríløtunum er hann ofta á floti. Í eitt mannaminni hevur havt sína føstu gongd út í Kaffivognin á Eystaru Bryggju.
Við tøkk fyri gott samstarv og vinarlag í mong ár, ynskja vit Carlo og familjuni hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Guds signing í komandi tíðum.