Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1 og eftir longda leiktíð stóð á jøvnum 2-2.
Carling Cup kappingin verður mett sum tann minna steypakappingin í Onglandi í mun til søgusíku FA Cup kappingina. Tað kemur javnan fyri, at feløg raðfesta Carling Cup lágt og spæla við eykaleikarum umframt at geva teimum ungu ein møguleika.
Fyri Liverpool hevur kappingin tó stóran týdning í ár. Felagið hevur ikki vunnið nakað gullheiðursmerki síðani 2006, tá felagið vann FA Cup. Umframt tað, so luttekur felagið heldur ikki í hvørki Champions League ella Europa League. Tí hevur Liverpool raðfest kappingina høgt.
Kenny Dalglish varð settur í starv sum venjari fyri einum árið og tveimum mánaðinum síðani og hann er nú í fer við at byggja eitt nýtt lið upp. Í einum slíkum føri er eitt gullheiðursmerki í Carling Cup ein góður grundsteinur at hava.
Gerrard familjan avgjørdi
Liverpool setti seg á dystin frá byrjan og longu aftaná fáar minuttir rakti Glen Johnson tvørstongina. Hóast Liverpool hevði tað mesta av spælinum, so varð tað sjáldan vandi á ferð frammanfyri Cardiff málinum.
Tá Cardiff so fór í mótálop vóru teir neyvir. Kenny Miller spældi Joe Mason leysan og hann trillaði bóltin millum beinini á Liverpool málverjanum og í mál.
Í seinna hálvleiki helt Liverpool fram við trýsta og lønin kom tá eitt korter var farið. Eftir hornaspark kom Liverpool miðverjin, Martin Skrtel, at standa leysur og kundi sparka bóltin í málið.
Kenny Miller og Luis Suarez fingu hvør sín møguleika at at avgera finaluna í vanligari leiktíð, men í báðum førinum brendu framherjarnir.
Í longdu leiktíðini skifti Liverpool Dirk Kuyt inn. Tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð. Arbeiðshesturin úr Hollandi legði nevniliga Liverpool á odda 2-1 góðar tíggju minuttir fyri tíð.
Cardiff gav ikki skarvin yvir og tveir minuttir fyri tíð javnaði Ben Turner eftir hornaspark til stóra gleði fyri Cardiff viðhaldsfólkini.
Í brotssparkskappingini brendu bæði liðini tvey brotsspørk í part. Cardiff verjuleikarin og systiknabarnið hjá Liverpool liðskiparanum, Anthony Gerrard, stóð við ábyrgdini við tíggjunda og seinasta brotssparkinum. Tíverri fyri hann og Cardiff, so fór brotssparkið viðsíðuna av.
«Eg veit hvussu tað kennist og øll familjan fer at stuðla honum í kvøld, segði Liverpool liðskiparin, Steven Gerrard, um systkinabarnið, Anthony Gerrard.