Carla Sands meldað fyri lógarbrot

Ótroyttiligi stuðulin hjá amerikansku sendikvinnuni fyri Donald Trump kemur henni nú aftur um brekku

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan, Carla Sands, er í sonnum ódnarveðri í løtuni. Hon verður skýrd at hava brotið lógina, meðan hon var sendikvinna í Danmark. Hetta skrivar amerikanski politiski miðilin Politico í dag.

Málið snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu hon hevur víst politiskan lit í sínum embæti. Carla Sands hevur nevniliga brúkt almennu Twitter-kontuna hjá sendistovuni til at eggja veljarum at lata pengar fyri at stuðla valstríðnum hjá Donald Trump. Men hetta er ikki loyvt, tí sendifólk og embætisfólk annars eiga av røttum at umboða allar amerikanskar borgarar, og tí er tað skeivt at vísa politiskan lit soleiðis, sambært Hatch-lógini.

Carla Sands hevur harumframt skrivað fleiri dagføringar á Twitter, har hon kritiseraði tey táverandi forsetavalevnini - millum annað núverandi forsetan, Joe Biden. Yvirhøvur hevur tað bara skinið ígjøgnum í útsøgnunum hjá Carla Sands, at hon stuðlar Donald Trump, og at hon vildi hava hann endurvaldan sum forseta. Men hetta kemur henni aftur um brekku nú.

Carla Sands bleiv enntá blivin ávarað um sína framferð fleiri ferðir, men tað hevur eftir øllum at døma ikki forðað henni at blíva við. Nú eru sakførarar blandaðir upp í leikin, og sakførararnir hjá Carla Sands eru ósamdir í ákærunum um lógarbrot.