Carl Johan og skrellimaðurin

Jústinus
Leivsson Eidesgaard
rithøvundur:

Sendingin í sjónvarpinum um Carl Jóhan Jensen og Jó­han í Æðuvík gav stoff til eftirtanka ella bót til hug­kveikjan, alt eftir hvørja máls­liga veit tú trínur í.

Æðuvíkingurin var lívs­játtandi, ein maður vit kenna, eitt einfalt lív, ein spegilsmynd av at øll hava eitt pláss í lív­i­num, og ongin er meira týdn­ing­a­r­mikil enn nakar ann­ar, soleiðis har á leið, tá íð alt kemur til alt. Tað er lítið hugaligt at sita á ov­astu rók í samfelagnum, um deymurin av skadni og burturkasti forpestar ger­and­is­dagin niðri í túninum.
Tá íð sendingin var lið­ug, legði Jóhan í Æð­u­­vík seg á eina játt­andi jall­iga dúrandi hyll inni í heila mín­um, með­an navni hans­ara leyp upp í ein held­ur ó­­frið­a­lig­an, neg­a­tivan og arg­­ing­ar­sam­an kneysa og tað er her eg skapi.
Carl Jóhan, stendur klár­ast í minninum. Tað er so lætt at argast inn á henda mann, sum sigur alt so bein­leiðis. Tað er so lætt at halda við fjøldini.
Maðurin hevur rætt. Hví skulu vit halda so lítið um okk­um sjálvan, bara tí at onnur halda tað. Hví skal tað vera ein dygd.. Vit eru skapt við teimum evnum skaparin gav, og hesum evnum eiga vit at vera errin av og ongin eigur at seta eitt ljós undir eina skeppu, uttan at hann vil hava myrkur.
Hjartaskerandi var at síggja henda høv­­unda standa í barn­dóms­heim­i­num á Mejarínum og greiða frá hvussu svárt tað var at vera sendur til Danmarkar á kostskúla, har deiggið til for­­herðingin varð sett at ganga.
Okkurt er spurt burtur úr, væl dugir hann at skriva, tað er Ó - søgurnar um djevl­skap eitt gott dømi um.
Hvørt við sínar náðigávur, vit eru nakað øll somul, og summi eru fremri enn onn­ur.