John Johannessen
Á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag, sum var leygardagin, varð Carita Björklund aftuvald sum formaður felagsins.
Carita Björklund hevur verið forkvinna felagsins síðani 1998. Eingi annað formansevni var, tá hon leygardagin tók við afturvali.
Formansskeiðið í Føroya Pedagogfelag er 2 ár
Í nevndina í pedagogfelagnum komu Elsa Klein Hansen, Anna Hvannastein, Maud Wang Hansen og Jutta Mortensen. Elsa Klein Hansen varð afturvald, meðan Anna Hvannastein kom inn fyri Katrina Hansen, ið ikki stillaði upp aftur. Maud Wang Hansen og Jutta Mortensen eru báðar nýggir nevndarlimir.
Stuðla lærarunum
Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag samtykti eina yvirlýsing, ið lýsir sín fulla stuðul til limirnar í Føroya Lærarafelag, ið eru í verkfalli.
Samstundis heitir Føroya Pedagogfelag í yvirlýsingini á landsins myndugleikar um at taka stig til at loysa trætuna, sum er íkomin tí myndugleikarnir hava framt lógarbroytingar, sum økja arbeiðsbyrðuna hjá lærarunum, uttan at fíggjarligi karmurin er øktur samsvarandi.









