Capello úttikið enska landsliðið

32-ára gamli Liverpool verjuleikarin, Jamie Carragher, ið hevur sagt nei takk til at spæla á enska landsliðnum seinastu árini, er millum teir útvaldu, sum telur heilar seks Tottenham leikarar.

 

Málmenn: Joe Hart, David James, Robert Green

 

Verjuleikarar: Leighton Baines, Jamie Carragher, Ashley Cole, Michael Dawson, Rio Ferdinand, Glen Johnson, Ledley King, John Terry, Matthew Upson, Stephen Warnock

 

Miðvallarar: Gareth Barry, Michael Carrick, Joe Cole, Steven Gerrard, Tom Huddlestone, Adam Johnson, Frank Lampard, Aaron Lennon, James Milner, Scott Parker, Theo Walcott, Shaun Wright-Phillips

 

Framherjar: Darren Bent, Peter Crouch, Jermain Defoe, Emile Heskey, Wayne Rooney

 

Hesir 30 skulu kappast um tey 23 plássini, ið eru í flogfarinum til Suður Afrika, sum fer avstað 2. juni. Ongland skal spæla tveir venjingardystir upp til HM. Á heimavølli ímóti Meksiko og á útivølli ímóti Japan.