Dysturin endaði 3-3, og Messi skoraði øll málini hjá Barcelona.
- Messi er eitt óvanligt talent, og hann kann broyta gongdina í einum dysti, nær tað skal verða, segði Capello eftir dystin.
Barcelona var aftanfyri 3-2 og spældi við 10 monnum, tá ið Messi bjargaði liðnum ein javnleik við sínum triðja máli í dystinum.