Fríggjadagin 30. juni helt Aref Tórsson Olsen kandidatfyrilestur til cand.phil prógv við heitinum "Royndir at forklára málsøguligar broytingar - alment og við serligum atliti at føroyskum". Fyrilesturin var hildin í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildiní.
__________________________________________________________________
Fróðskaparsetur Føroya:
Prógv í søgu og stjórnmálafrøði
Fríggjadagin 30. juni fingu átta studentar frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya handað prógv eftir lokið B.A. prógv í søgu og B.S.Sc. prógv í stjórnmálafrøði.
Søgu- og samfelagsdeildin tekur upp í ár bæði til B.A. í søgu og B.S.Sc. lestur í stjórnmálafrøði.
Myndatekstur:
Tey sum fingu prógv vóru f.v.: Sóley Heradóttir Hammer, (B.S.Sc. í stjórnmálafrøði), Joan Ólavsdóttir (B.S.Sc í stjórnmálafrøði), Súsanna Martinsdóttir (B.A. í søgu), Sigfríður Abrahamsen (B.A. í søgu) Sólvá Vang (B.A. í søgu) og Súsanna Eikhólm (B.A. í søgu). Tvey eru ikki við á myndini, tey eru: Ári Rouch (B.A. í søgu) og Ingrid S. Henriksen (B.S.Sc. í stjórnmálafrøði)
Mynd: Jens Kristian Vang