Tað var góð tíðindi fyri føroyskar campistar, tá Norðoya Kunningarstova kundi staðfesta, at alt campingøkið verður tøkt, tá Summarfestivalurin verður í august mánaði.
Útfyllingin við Klaksvíkina hevur verið nýtt sum campingøkið, men har skulu leiguíbúðir nú byggjast, og tí var væntandi, at nýtt økið skuldi finnast. Kunningarstovan hevur tó fingið stafðest, at arbeiðið hjá Bústøðum við leiguíbúðunum ikki byrjar fyrr enn í heyst, og tí er alt tað gamla campingøkið tøkt.
Men bara lítlan tíma seinni varð staðfestingin, at øll tey 200 plássini, sum eru á økinum, eru umbiðin, og at tað tí verður neyðugt at finna fleiri pláss.
Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevur fyrr sagt, at kommunan hevur umhugsað at nýta økið sunnan fyri tær báðar hallirnar. Hetta økið skal í framtíðini nýtast til frælsan ítrótt, men her og nú ber væl til at nýta tað til campingvognar, segði Jógvan Skorheim við in.fo fyrr í ár.