Tá Elizabeth bretadrotning fer til Írlands á almenna vitjan í næstu viku, verður forsætisráðharrin, David Cameron, við í ferðalagnum. Ferðin er søgulig. Ikki tí at hetta er fyrsta almenna vitjanin hjá Cameron í Írlandi, men heldur tí at hetta er fyrsta bretska kongs- ella drotningavitjanin í Írlandi, síðani landið fekk sjálvræði í 1922.
Írski forsætisráðharrin, Enda Kenny, var í London í síðsta mánað og tosaði við David Cameron. Hann sigur, at í næstu viku fara teir báðir at tosa um ymisk felags áhugamál hjá bretum og írum umframt ymsar spurningar viðvíkjandi Evropa.
Á vitjanini fara bretsku drotningahjúnini at vitja millum annað Croke Park, har bretskir hermenn skutu 14 fólk í november í 1920, tá írar stríddust fyri sjálvræði.