Neyvan vardi tað David Cameron í valstríðnum upp undir seinasta tjóðartingsvalið í Bretlandi í 2015, at júst vallyftið um framtíðarstøðu Bretlands í ES skuldi gerast hansara persónliga Waterloo.
Men soleiðis bleiv veruleiki gjáramorgunin, tá 49 ára gamli forsætisráðharrin kunngjørdi, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri á floksfundi 2. til 5. oktober í ár – beint áðrenn hann fyllir fimmti tann 9. oktober.
David Cameron er íðin ES viðhaldsmaður. Seinastu árini hevur ES-andstøðan í Bretlandi veruliga fingið fótin fyri seg. UKIP, sum flokkurin hjá ES-andstøðingunum verður nevndur, kundi verið ein hóttan ímóti Konservativa flokkinum hjá David Cameron, og helst hevur tað verið orsøkin til, at hann boðaði frá, at fólkið skuldi gera av framtíðna hjá Bretlandi í ES-samveldinum.
Alt bendi í fyrstani á, at meirilutin av fólkinum tók undir við framhaldandi limaskapi í ES. Men hóast David Cameron, leiðslan í Labour og nógvir aðrið leiðandi politikarar mæltu fólkinum til at verlja framhaldandi ES-limaskap, so lurtaði fólkið ikki. Floksleiðslurnar taptu stírðið ímóti fólkinum.
Ongland og Wales valdu "loysing" frá ES, meðan Skotland og Norðurírland vildu varðveita ES-limaskapin – sum tey ikki sleppa, tí meirilutin í Stórabretlandi tilsamans ræður. Nú eru nógvar og týðuligar røddi frammi í Skotlandi, sum vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi. Sama skilið er í Norðurírlandi.
Soleiðis kann David Cameron verða maðurin, sum syndraði bretska stórveldið. Tí loysir Skotland frá Bretlandi, og loysir Norðurírland eisini frá Bretlandi – aftur fyri at bretar valdu "loysing" frá ES, so var valsigurin hjá David Cameron helst dýrt keyptur í fjør.
Politiskar snildir kunnu verða dýrt keyptar.