Cameron Diaz: ætlar at nýta brósthaldara í 2009!

Nýggjárlyftini hjá stjørnunum eru sera ymisk, men øll hava tey eitt til felags - stjørnurnar fara at gera tað ómøguliga í 2009... Britney Spears hevur lova sær sjálvari, at hon fyrst og fremst skal gevast at bíta negl. Og so hevur hon eisini ætlanir um at stressa seg minni...

Eva Longoria Parker hevur ætlanir um at gevast at eta kjøt...

Fergie hevur sama nýggjárslyfti og farna ár - hon ætlar at venja meira, og eta minni, umframt at eta sunnari....

Spencer Pratt ætlar at lata verða við at eta pizza hvønn dag, og kona hansara hevur játta at hjálpa honum; hennara nýggjárslyfti er nevniliga at gera meira mat...

Carmen Electra hevur bert ætlanir um at hava tað skeg oftari, og Cameron Diaz hevur lova sær sjálvari at byrja at nýta brósthaldara, umframt at gevast at roykja.