Cameron bjóðar Clegg samstarv

Formaðurin í konservativa flokkinum í Bretlandi, David Cameron, sigur, at tað ber væl til at samansjóða hugsjónirnar hjá teimum konservativu og liberaldemokratunum. Sostatt leggur hann upp til at skipa eina konservativa minnilutastjórn, sum skal fáa parlamentariskan stuðul frá liberaldemokratunum. Ein annar møguleiki er ein beinleiðis samgongustjórn við teimum báðum flokkunum.

Liberaldemokratarnir hava sagt, at valskipanin skal broytast, og David Cameron sigur, at hansara flokkur er til reiðar at fremja nakrar broytingar.

Teir báðir flokkarnir hava tilsamans 358 umboð í Parlamentinum og sostatt tryggan meiriluta.

Skuldi tað hent, at einki spyrst burtur úr samráðingum millum tann konservativa flokkin og liberalu demokratarnar, er arbeiðaraflokkurin klárur og bíðar. Í einari roynd at tekkjast liberaldemokratunum segði Gordon Brown segði í dag, at hansara flokkur er til reiðar at broyta valskipanina.