Cambo oljufundið kann gagna føroyskari leiting

Útlit eru til at ikki færri enn tvey stór oljufelt kunnu verða útbygd á bretskum øki skamt frá føroyska markinum komandi árini – avmarkingarbrunnar á Cambo og Rosebank fara at gera hetta av.

Nøkur ár herfyri gjørdu oljufeløg við Amerada Hess á odda eitt stórt oljufund í bretskum øki beint hinumegin markið. Talan er um Cambo-fundið, sum higartil hevur verið hildið heilt loyniligt. Eftir at fundið varð gjørt og mett fyribils sum lønandi varð ein avmarkingar- og metingarbrunnur boraður. Einki er tó komið út alment um úrslitið av hesi boring. Nú ljóðar so úr oljuumhvørvinum í Aberdeen, at røringur aftur er á Cambofeltinum. Sambært vælvitandi keldum er avgerð tikin um at bora tveir avmarkingar- og metingarbrunnar (appraisal) aftrat, og at tað sær rættiliga bjart út at fáa ein boripall longu í 2008. Hetta eru góð tíðindi fyri alla leiting á Atlantsmótinum sum heild, tí hetta merkir, at vit møguliga fara at síggja enn eitt oljufelt útbygt skamt frá okkara marki. Sum skilst er Cambo ein stór oljukelda, møguliga eins stór sum Rosebank-fundið, ið liggur eitt sindur norðari, eisini stutt frá føroyska markinum. Rosebank er mett til at rúma 300.000 tunnur av olju ella uppaftur meira. Fyri at kunna fara undir lønandi framleiðslu á Atlantsmótinum er neyðugt við oljugoymslum, sum eru størri enn 100.000 tunnur.

Hesi góðu tíðindi úr Aberdeen kunnu merkja, at vit í 2008 møguliga koma at ásanna, at bæði Cambo og Rosebank verða bygd út til framleiðslu. Tað, sum er serstakliga áhugavert fyri føroysku oljuleitingina í hesum høpi er, at komandi tvey árini skulu borast tveir brunnar á føroyskum øki, stutt frá Cambo og Rosebank. Talan er um Anne Marie brunnin hjá ENI og Føroya Kolvetni, sum verður boraður í 2008 og síðani brunn hjá Chevron, Statoil, Dong og OMV stutt frá Rosebank, sum helst verður boraður í 2009.

Tað er øll orsøk til hjá føroyskum oljumyndugleikum at geva tíðindunum um avmarkingarbrunnar á Cambofeltinum í 2008 stóran ans, tí teir eins og oljuheimurin sum heild hava bíðað leingi eftir at fáa upplýsingar um Cambo, sum leysatíðindi hava viljað verið við er eitt veruligt oljufund.

Eitt er so tað at oljufund verða gjørd og keldurnar verða útbygdar til framleiðslu. Eitt annað er tann týdningur hetta kann fáa fyri undirstøðukervið í øllum økinum. Her úti í ongamannalandi kunnu gjørdar íløgur í infrastruktur koma føroyskum olju- og gassfundum sera væl við.

Um somu tíð sum hetta hendir eru kanningar í gongd fyri at vita, hvussu ein infrastrukturur skilabest kann mennast í økinum. Eftir tí Portalurin veit, so fer bretska stjórnin at fáa eina frágreiðing um hetta í mai.