Café Nátúr og Club 20 nú somu eigarar

Café Nátúr skifti eigarar fríggjadagin. Fyrsta broytingin var, at starvsfólkið beinanvegin fekk lønarhækkan. ? Vit fara at gera alt fyri at bøta umdømið hjá Café Nátúr, siga nýggju eigararnir, Petur Olsen og Toni Dam.

Fyri nøkrum vikum síðani boðaði Turið Samró, stjóri í Café Nátúr frá, at tey høvdu selt felagið, ið rekur mat- og ølstovuna, Café Nátúr á Áarvegnum í Havn. Seinnapartin fríggjadagin skifti café'in eigarar. Tá skrivaðu Petur Olsen og Toni Dam undir keypssáttmálan, og harvið yvirtók Sp/F 31. mars 1999 Cáfe Nátúr.

Talan er um sama felag, sum eigur náttklubban, Club 20, ið varð stovnað sum limafelag í 1989.

Tað eru teir báðir, Petur Olsen og Toni Dam, sum eiga hetta partafelag einsamallir, og er tað eisini hetta felag, sum í løtuni er í samráðingum við Havnar Klubba um at skipa eina annan náttklubba í veitsluhøll Klubbans, ið teir kalla Club 25:35 - ein náttklubba fyri tey, sum eru ov gomul at ganga í Club 20, siga teir.


Starvsfólkið fingið lønarhækkan

? Vit ætla at byrja spakuliga, so tað verða ikki tær stóru kollveltingarnar nú beinanvegin, siga teir báðir við ein munn, tá Sosialurin hitti teir í gjár.

? Men ein broyting hendi beinanvegin. Starvsfólkið fær nú meira í løn - tað sama, sum starvsfólkið í Club 20 fær, og tað liggur oman fyri sáttmálan, sum gjørdur er við Gistingarhús- og Matstovufelagið.

Nýggju eigararnir á Café Nátúr ætla at brúka tað næsta hálva árið at finna seg til rættis. Broytingarnar, sum gjørdar verða beinanvegin, verða slíkar, sum kundin ikki fer at merkja.

? Vit skerja beinanvegin niður upp á fyrisitingarútreiðslurnar, sigur Toni Dam.

? Vit hava eina fyrisiting í felagnum, sum rekur Club 20, og henda fyrisiting fer so eisini at standa fyri rakstrinum av Café Nátúr. Á henda hátt vænta vit at spara fitt av rakstrarútreiðslunum, sigur hann.


Fara eisini at selja Restorffsøl

Tað er Føroya Bjór, sum eigur gomlu handilshúsini hjá Essaba, sum hýsa Café Nátúr. Men Føroya Bjór hevur einki við nýggja felagið at gera, siga teir.

Café Nátúr hevur bert selt øl frá Føroya Bjór. Nýggju eigararnir hava gjørt ein nýggjan, langan leigusáttmála við Føroya Bjór - sum ikki hevur nakrar bindingar um, at teir bara skulu selja øl frá Føroya Bjór.

? Men vit fara kortini bara at selja føroyskt øl, sigur Petur Olsen, sum vísir á, at teir á henda hátt vilja stuðla føroysku ølframleiðsluni, sum annars ikki hevur møguleikar at kappast við sterku útlendsku feløgini. Tískil fer at bera til eisini at keypa Restroffsøl á Café Nátúr.

Toni Dam vísir á, at føroysku bryggjaríini hava nógv betri tænastu, enn Rúsdrekkasølan kann veita viðvíkjandi keypi av øli.

? Vit hava fingið sera góða tænastu frá báðum bryggjaríunum í Club 20. Skulu vit selja útlendskt øl, noyðast vit sjálvir í Rúsuna eftir tí, sigur hann.


Duldur keypsprísur

Nýggju eigararnir hava bundið seg til ikki at siga, hvussu nógv teir hava goldið fyri Café Nátúr. Men teir hava keypt smápartafelagið, ið átti caféina. Greitt er tó, at felagið hevði hall upp á umleið eina millión krónur, og tí er neyðugt at broyta raksturin munandi.

? Men vit eru sannførdir um, at vit klára at venda gongdini. Annars høvdu vit ikki fara undir hetta, siga teir.

Teir viðganga báðir, at Café Nátúr er komið í ringt orð av stríðnum um lønarviðurskiftini. Hetta vóna teir at fáa broytt, og vilja teir gera alt fyri, at øll skulu kenna seg væl á Café Nátúr.

Café Nátúr er kend fyri livandi tónleikin, sum ofta er at hoyra. Tað hevur serliga verið jazztónleikarar, ið hava framført har, men hetta verður broytt, siga nýggju eigararnir.

? Vit fara at hava eitt heldur breiðari úrval av tónleiki. Men tað verður ikki bara slíkur tónleikur, sum er at hoyra í Club 20, siga teir - og leggja stóran dent á, at Club 20 ikki á nakran hátt verður flutt oman í Café Nátúr.

Nýggju eigararnir hava stórar vónir til framtíðina.

? Býurin er í støðugum vøkstri, og fer ein oljuvinna at taka seg upp, fer eisini at dryppa á okkara vinnu, siga teir.