C21 koma til Føroyar

Teir eru ungir, teir eru penir og syngja sum um teir vóru føddir til tað, teir eru C21 og annað vikuskiftið spæla teir í Høllini á Hálsi, hetta kann gerast tann allar seinasta konsertin hjá størsta danska Boy-Bandinum

Náttin er Ung
 
C21 er tað einasta danska Boy-Bandið, sum hevur megnað at selt nógvar fløgur í Danmark og nú kemur bólkurin til Føroyar. Dreingjabólkurin fer á Náttin er Ung tiltakinum í høllini á Hálsi leygarkvøldið 3. desember at spæla sínar vøkru kærleikssangir, ið hava givð bólkinum fleiri stór hitt í Danmark og selt so mikið væl, at bólkurin hevur fingið fleiri gullfløgur. Eisini hevur bólkurin verið nógv at hoyra uttanfyri Danmark
C21 er ikki, sum flestu tílikir bólkar settir saman av einum plátufelagi, upprunaliga vóru tað tríggir vinmenn, sum funnu saman at syngja saman og skriva nøkur løg. Hetta merkir eisini bólkin í dag, teir skriva nógv av løgunum sjálvir, og á konsertum spæla limirnir sjálvir ljómborð og gittara. Men teir eru sum flestu Boy-Bands penir ungir menn.
 
Kanska síðsta konsert
C21 hevur givið tvær fløgur út, í 2003 fløguna C21, ið hevði hittløgnini Stuck in My Heart og You Are The One, og í 2004 fløguna Listen, og av henni varð serliga lagið All that I want spælt nógv. Seinasta hálva árið hevur verið rættuliga hendingarríkt fyri C21. Ein av teimum trimum liminum Esben Duus er nýlíga farin út bólkinum,. og hinir báðir limirnir David og Søren eru hildnir fram sum ein duo. Søren er harumframt farin undir ein yrkisleið sum sjónleikari og tí er framtíðin hjá C21 eitt sindur ivasom - Konsertin í Føroyum kann gerast tann síðsta hjá bólkinum..
 
Fekk íblástur í biografinum
Elin í Stórustovu skipar saman við Margarinfabrikkini í Havn fyri Náttin er Ung. Tað er , sum hevur fingið C21 til Føroyar. Elin greiðir frá, at beint eftir, at hon hevði skipað fyri Nik & Jay konsertini fyri nøkrum árum síðan, tosaði hon nógv við C21 um at koma hendanvegin. Men tað gjørdist av ongum. Her fyri var Elin í biograf við børnunum hjá sær til Far  til Fire, har Søren spælir við. Tá Elin kom til hús, sá hon í Se & Hør, at bólkurin var farin í Tænkeboks um framtíðina hjá C21.
Hon settti seg beinanvegin í samband við umboðsmannin hjá bólkinum, og spurdi um teir enn spældu, og um teir kundu koma til Føoyar at spæla. Svarið varð ja, at bólkurin fegin vildi til Føroyar at spæla. Men síðan vóru teir um at avlýsa,  men kundu so knappiliga alíkavæl, og í dag verður endaligi sáttmálin undirskrivaður.
 
 
Riggar væl
Elin sigur, at eisini eitt annað útlendskt navn og tvey føroysk fara at spæla á Náttin er Ung, ið verður fyriskipað á øðrum sinni. Fyrra ferðin gekk ómetaliga væl, og tey nógvu ungu fólkini ið luttóku skikkaðu sær sera væl. Hetta er eitt tiltak, ið er fyri tey ungu í ongastaðni hava at fara um kvøldarnar í vikuskiftinum. Margarinfabrikkin í Havn og Tórshavnar kommuna standa aftan fyri tiltakið. Tað er eitt krav fyri at sleppa inn, at tú ikki er sjónliga ávirkaður.