AVBYRGING
Seint týsdagin gjørdist mikil rokan í Funningsfirði, og bygdin varð avbyrgd eina fitta løtu.
Løgregla við lummalyktum og hundum og sjúkrabilur komu til bygdina. Fólk, sum ætlaðu sær gjøgnum bygdina í bili, vórðu steðgað og onkur, sum ætlaði sær til Gjáar eftir Funningsvegnum, slapp ikki inn í bygdina, men noyddist longu leiðina um Eiðisskarð.
Tá fólk í Funningsfirði sóu alt hetta hóvastákið í bygdini og spurdu seg fyri, fingu tey at vita, at tey skuldu ikki fara út um, tí vápnaður maður var í bygdini.
Fleiri sótu hesar tímarnar við læstari hurð.
Var einki mál
Tað tók sína tíð, til løgreglan umsíðir kundi boða frá, at umrøddi maður var handtikin, og at hann hvørki hevði gjørt skaða á seg sjálvan ella onnur. Maðurin hevði ikki byrsu hjá sær, tá hann var handtikin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tey fingu eina fráboðan frá fólki, sum standa manninum nær, um, at hesin hevði hótt við at skaða seg sjálvan.
Hann sigur, at alt kortini spældi væl av, og tað vísti seg, at tá samanum kom, at hetta var einki mál.
Einki kriminelt
Løgreglan sigur, at sjálvandi tóku tey fráboðanina úr Funningsfirði í álvara í royndini at byrgja uppfyri, at nakað hendi.
- Tí fóru vit at leita í Funningsfirði týskvøldið. Maðurin bar einki skotvápn, sjálvt um hann sambært onkrum av nærmastu hevði hótt við at skaða seg sjálvan.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at einki kriminelt var við hendingini ella í aðrar mátar við manninum í Funningsfirði týskvøldið.









