Á byrjunarstøði

Lerwick: Tað eru ikki meira enn 12 mánaðir síðani, at flogbóltur millum menn gjørdist aktuellur her á Hetlandi. Hetta var einamest, tí oyggjarnar fegnar vildu verða partur av oyggjaleikunum í hesari ítróttargreinini eisini, men tað merkir ikki, at hetlendingar megna at gera nakað serligt við hini liðini.
Hjá føroysku monnunum varð dysturin helst eisini einamest nýttur sum eitt høvi at strekkja sær beindini mánamorgunin, og fingu okkara sveittan fram, so mundi hetta heldur vera av upphitingini enn av dystinum.