Byrja samstarv við Jersey

Landsliðsvenjarin í svimjing sigur, at nú mugu vit finna upp á okkurt fyri seta ferð á aftur menningina av føroyskari svimjing

 

Svimjing


Vanliga hevur tað verið soleiðis, at svimjingin hevur verið ein av sterkastu kappingargreinum okkara á Oyggjaleikum, men soleiðis hevur ikki verið í ár.

Eittans gullmerki er svomið heim, umframt at onkur silvur- og bronsumerki eru komin sløðandi, og hetta setir spurnartekin við, hvørt arbeiðið í føroyskari svimjing fer fram á rættan hátt.


Hini mennast skjótari

Eftir at svimjikappingin á hesum sinni var av hósdagin, hittu vit Petur Heðin av Fløttu, landsliðsvenjara, og fingu vit okkum eitt prát um, hví

- Vit høvdu sjálvandi vóna, at vit kundu vunnið fleiri gullmerki, men annars haldi eg, at føroyingarnir skulu verið fegin um, at tað vóru átta geilir í hylinum, tí annars høvdu vit nógv færri finaluluttakarar.

- Annars er støðið rættiliga høgt, og her eru sett ein rúgva av metum. Bæði fyri leikirnar og fyri einstøku londini, so tað hækkar.

Fleiri føroysk met eru eisini sett á leikunum, men hetta tykist ikki muna nakað serligt, tá menningin hjá hinum londunum gongur nógv skjótari enn hjá okkum.

- Tað er heilt víst, at tey menna seg nógv skjótari. Nú er tað fyrstu ferð síðani 1997, at eg havi verið við, men eg rokni heilt vist við, at ein tjóð sum Cayman-oyggjarnar fer at vera óhugnaliga sterk longu um tvey ár, og eg haldi so avgjørt, at vit nú mugu fáa gongd á menningina heima hjá okkum.


Samstarv við Jersey

Spurdur, um hann hevur nøkur ráð um, hvussu vit aftur skulu fáa ferð á svimjingina, sigur Petur Heðin, at í løtuni verður arbeitt við hesum.

- Eg havi akkurát tosað saman við venjaran hjá Jersey um møguleika fyri at gera onkrar felags standardir fyri londini.

- Vit hava so avtala at hittast aftur í agust mánaði um kappingar í Bretlandi, og hann kom so eisini við onkrum hugskotum um, hvussu vit kunnu menna svimjingina. Hann hevur onkrar samstarvsfelagar í USA og Australia, og eg rokni við, at hetta kann gerast eitt spennandi samstarv.

- Um tað verður talan um kappingar og møguliga hvørjar, veldst tó eisini um fíggjarliga partin, tí alt hetta kostar, men tað er heilt víst, at vit mugu finna upp á okkurt, fyri at fáa ferð á menningina av føroyskari svimjing, sigur Petur Heðin at enda.