Byrja at bora til Tjørnuvíkar nú!

Ikki er bygdin og fólkatalið stórt, men her búgva fólk, ið hvønn dag fara til arbeiðis, barnagarð, skúla og so víðari, ið arbeiða fyri uppihaldi og at gjalda sína skyldu til føroyska samfelagið vit búgva í.

Bygdin hevur fingið lyfti heilt afturi í 1980, at neyðugt verður at gera eina alternativa farleið ella ein tunnil. Síðani hevur hetta verið javnan at hoyrt, men ikki hevur verið eitt skot at hóma enn.

 

So seint sum í 2023 var Dennis Holm her í bygdini og fortaldi fólkinum, at byrjanin upp á tunnilin fór at vera á vári í 2024. – Men nú nærkast várið 2026, og enn er onki at hóma, uttan at SEV hevur lagt káplar klárt til arbeiði. Eftir fíggjarlógararbeiðið í heyst var ongin ivi í, at bruni kom í ætlanina sum mynduleikin Landsverk sigur vera mest neyðugt og má raðfestast fremst, nemliga at gera tunnil til Tjørnuvíkar. Nú kom bæði ein Gøtudalstunnil, Vestmannatunnil og ein sokallaðan Sandavágstunnil afturat.

 

Reint politiskt, og kritikkur er snøgt sagt ikki at hóma í Sundalagnum. – Vit hoyra ongantíð um ónøgd inn á tí politisku raðfestingarnar, ið vera gjørdar í landinum, tí her býr eitt sera tolið fólkaslag, ið eru røsk at arbeiða og gjalda skatt. Hetta kann eg eisini undirskriva sum býráðspolitikkari.

 

Hetta er ein so sera mentanarlig sterk bygd við øllum tí, ið her verður framt árið runt. Vit kenna øll almenna tiltakið, har føroyingurin kann vera við úti á stakkinum eftir seyði. Søguliga eru nógv vísind at hóma, og eisini kirkjugarður uttan fyri bygdina, ið hoyrir til Víkingatíðina, er í Tjørnuvík. Jú mín sann er hetta eitt av vakrastu støðum í landinum, har farðleiðin skal vera í lagi. Vit vita jú, at fólk úr øllum heiminum koma her til fyri at síggja vøkru bygdina og útsýnið.  

 

Vit vita at ferðslan økist eisini av ferðafólki til bygdina hvørt ár, umleið 500 bilar dagliga um summarið, og hesum hevur kommunan roynt at verið viðspælari í, fyri at fáa hetta at rigga sum best fyri bygdafólki. – men vit, Føroyar mugu eisini taka okkum av bygdini Tjørnuvík, soleiðis at fólkið, ið her býr, ikki skulu stúra fyri dagligdegnum við at ferðast á landsvegi til og frá bygdini.

 

Eg sum havi staðið fyri sjálvari undirskriftainnsamlingini má siga, at eg eri bergtikin av, hvussu stórt ynski tað er at gera tunnilin. Fólk frá heimatænastuni, ið skulu til bygdina, siga seg stúra fyri hvørjum túri at koyra norð her. – Samstundis siga fleiri fólk seg slettis ikki tora at koyra henda vegin og tí halda seg aftur.

 

Nær skaðin hendur kann ongin spáa um. Taka vit og samanlíkna neyðina á einum Gøtudals, Vestmanna ella Vágatunnli, eru hetta vegir, ið eru góðir at koyra á, men tað ber til at fyrireika seg, tá ið kavi ella hálka kemur, at velur ein at bíða. Men her í Líðini veit ongin, nær ein klettur dettur oman, ella ein á loypur.

 

So góða Ruth Vang, tú situr við valdinum, tú hevur fingið eitt stórt álit við tí ábyrd, tú situr við í dag, vit hava bjóðað tær norð til bygdina og vilja veruliga vísa á, hvussu tørvurin er. Mangla ráð, kann eg koma við einum: Tað mest upplagda hevði verið at flutt tær symbolsku 2,4 mió, sum eru avsettar til Gøtudalstunnil, Sandavágstunnil og Vestmannatunnil, ið gevur tilsamans 7,2 mió, til Tjørnuvíkartunnilin. Sambært Landsverki krevst ein játtan á minimum 18 milliónir fyri at kunna koma í gongd við boringina. Við hasum høvdu staði 22,2 mió á Tjørnuvíkarkontoini.

 

– Og áheitanin verður Ruth Vang: Tak tær nú væl  av farleiðini til Tjørnuvíkar, og at gongd kemur í beinanvegin.

 

 

 

Vinaliga

 

Haraldur Símunarson Hammer