Arbeiðið við at gera Viðareiðistunnilin gongur støðugt framá. Tað er komi so langt nú, at Landsverk í vikuni byrjar at asfaltera tunnilin og atkomuvegirnar. Tað upplýsir deildarleiðarin fyri Byggideildina í Landsverk, Arne Debess Madsen.
- Í løtuni fáast vit við at fáa tey seinastu tingini við tunnilsmunnarnar upp á pláss. Tað vil siga at hampa um jørðina og grasið, seta trygdarútgerð upp, stoypa tunnilsmunnarnar og annað. Í vikuni er so ætlanin at byrja at asfaltera tunnilin og atkomuvegirnar, og byrja upp á el-arbeiði í tunlinum, sigur Arne Debess Madsen.
Deildarleiðarin upplýsir, at arbeiðið gongur eftir ætlan, og at tunnilin skjótt verður handaður landinum.
- Vit halda tíðarætlanina, og tunnilin verður helst handaður landinum í juli. Síðani er tað politikkararnir, ið avgera nær tunnilin verður tikin í nýtslu, og sum eg skilji, so verður tað einaferð aftaná summarferiuna.