Danmark
Tað var ikki væntandi, at Fredericia kundi geva Køge stórvegis mótstøðu, tá liðini hittust. Fredericia er í løtuni beint undir niðurflytingarstrikuni í deildini, og Køge er oddalið, men hetta løgdu teir á heimaliðnum vertin á.
Longu eftir 12 minuttum var føroyski landsliðsmaðurin á blettinum, og tó at Køge javnaði til 1-1 um hálvan fyrra hálvleik, so svaraði Fredericia heilt skjótt aftur, við máli sum Brian Jochumsen skeyt.
Tað eydnaðist tó oddaliðnum at fáa javnleik, tá Martin Retov í seinna hálvleiki skoraði upp á brotsspark, men alt í alt má hetta tó metast sum eitt gott úrslit hjá Fredericia.
Í samlaðu støðuni broytti hetta tó ikki stórvegis. Køge er enn á odda, trý stig undan næsta liðinum, og Fredericia er framvegis á triðniðasta sessinum. Teir eru tó bert eitt stig frá B93.